Sum ein liður í samansjóðingini av deildunum hjá Amagerbanken, fara allar deildirnar hjá Amagerbanken at broyta navn til BankNordik. Navnabroytingin verður sett í verk í november.
Higartil hava allar deildir, sum BankNordik yvirtók frá Amagerbanken, havt gamla navnið, men framyvir verður alt bankavirksemið hjá BankNordik savnað undir einum navni.
- Harvið kann hvør einstakur kundi njóta fyrimunirnar í einum sterkum samanhangandi banka við einum haldgóðum fíggjarligum grundarlagi. Samansjóðingin av virkseminum í Amagerbanken gongur sostatt eftir ætlan, verður víst á.
Navnabroytingin hevur við sær, at BankNordik verður meira sjónligur á marknaðinum. BankNordik hevur nú tjúgu deildir í Danmark, og tær liggja allar í vakstrarøkjum, sum eru í høvuðsstaðnum, Århus, Odense og Jyllandi. Innanhýsis fær bankin eisini ágóðan av, at allar deildir kunnu nýta teir førleikar, sum eru í øðrum deildum í bankanum.