Beint eftir býráðsvalið 10. desember í 2020 varð standmyndin av Nólsoyar Páll í Vágsbotni tikin niður. Nú verður økið umskipað

Broyta nú torgið í Vágsbotni

Vegurin gjøgnum torgið í Vágsbotni verður fluttur og einsrættaður – og eitt upphaldstorg skal gerast mitt á økinum. Arbeiðið byrjar í vikuni

Beint eftir býráðsvalið 10. desember í 2020 varð standmyndin av Nólsoyar Páll í Vágsbotni tikin niður. Nú verður økið umskipað

Sum vit áður hava skrivað her á in.fo, so verður økið í Vágsbotni framan fyri Miðlahúsið nú broytt soleiðis, at ferðslan verður flutt niðan móti Miðlahúsinum og einsrættað. Eitt uppihaldstorg verður gjørt mitt á økinum.

Býráðið sigur í fráboðan til fólk og virki í økinum, at ætlanin er at skipa Vágbotn sum eitt innbjóðandi og miðsavnandi býarrúm til trivnað, mentan og uppihald.

– Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá kommununi at fáa meira skipað viðurskifti í lag í Vágbotni, eitt nú hvat uppihaldi, ferðslu viðvíkur. Í eini royndarverkætlan fyri summarið 2022 fer kommunan tískil undir ymisk átøk í økinum, ið koma at broyta økið nakað, skrivar býráðið.

Talan er um broytingar, sum fyribils verða gjørdar fyri hetta summarið. Tey vilja á henda hátt »royna býarskipanarligar leistir í verki«, sum tey málbera seg á býráðnum.

##med3##

 

Hesar royndir skulu so vera leiðbeinandi fyri, hvørji varandi inntriv verða mett at gagna økinum sum alment býarrúm til trivnað og uppihald.

Í royndarverkætlanini í summar verður vegurin ígjøgnum økið eitt nú umskipaður og nýasfalteraður í ein boga út um eitt nýtt miðsavnandi uppihaldstorg mitt á økinum. Vegurin ígjøgnum økið verður einvegis omaneftir frá horninum á Tórsgøtu/Mylnugøtu og út á Skálatrøð, og nýggir parkeringsbásar verða uppmerktir í vestaru síðu í Vágsbotni.

##med2##

Uppihaldsøkið, sum verður bygt, skal ætlandi vera karmur um ymisk mentanarlig og marknaðarlig tiltøk.

– Umframt at knýta Tórsgøtu saman í maritima dámin í Vágsbotni, fer hetta økið eisini at knýta stóru sititrappuna upp í sólargóða økið úti undir Bryggjubakka. Her verður pláss fyri at seta pall upp til ymisk tiltøk, eins og møguleiki verður fyri at sita undir taki og í lívd, skrivar býráðið.

Arbeiðið byrjar so smátt hesa vikuna, og sambært arbeiðsætlanini hjá býráðnum verður verkætlanin merkt av byggingini fram til mánadagin 4. juli.

 

 

 

Beint eftir býráðsvalið 10. desember í 2020 varð standmyndin av Nólsoyar Páll í Vágsbotni tikin niður. Nú verður økið umskipað