Broyting í mentanarsamtarvi

Stórar bygnaðarbroytingar eru farnar fram innan norðurlendska mentanarsamstarvið. Høvuðsbroytingin er, at skift verður frá einum sektorgrundaðum bygnaði við listanevndum, til ein bygnað, ið byggir á trý meginprogramm. Mentamálaráðið skipar tí saman við Norðurlandahúsinum fyri einum fundi, har kunnað verður um bygnaðarbroytingarnar og týdning teirra fyri føroyska mentan og list. Á fundinum, sum verður komandi mánadag, verða umboð fyri Nordisk Ministerråd, Nordisk Kulturfond, Mentamálaráðið og Norðurlandahúsið. Eisini verða føroysku umboðini í stýrunum fyri ymisku programmini við á fundinum.