Broyting í steypakappingini

Á aðalfundinum hjá flogbóltssambandinum, sum var á skránni um vikuskiftið, bleiv samtykt at broyta steypakappingina nakað. Broytingin førir við sær, at bestu liðini í grundspælinum sleppa beinleiðis í steypafinaluna

Um vikuskiftið var ársaðalfundurin hjá flogbóltssambandinum á skránni, og her vóru sjálvandi nógv mál ella viðurskifti til viðgerðar. Eitt av evnunum, sum bleiv viðgjørt var steypakappingin. Bæði ÍF og SÍ høvdu lagt uppskot fram at broyta bygnaðin av steypakappingini nakað, men sum uppskotini vóru til viðgerðar, valdi SÍ at taka sítt uppskot aftur, og so var bert uppskotið hjá ÍF eftir.

Undan komandi kappingarári hevur tað verið soleiðis, at vinnarin av Fleyr-kappingini, sum er longu í Oktober mánaði, og vinnarin av Mjølnir-kappingini, sum er í januar, verða luttakararnir í steypafinaluni, sum plagar at vera mitt í februar.

Nýggja uppskotið hjá ÍF ber tó við sær, at vinnararnir av hesum báðum kappingum ikki sleppa beinleiðis í steypafinaluna. Í staðin skulu hesi bæði liðini spæla ein innanhýsis hálvfinaludyst, har vinnarin so verður annar luttakarin í finaluni.


Landskapping kann tryggja pláss í steypafinalu

Stóru broytingin í samband við steypakappingina, sum bleiv samtykt á aðalfundinum leygardagin, er tó, at liðini í bestu deildunum kunnu tryggja sær pláss í steypafinaluni við góðum úrslitum tíðliga á árinum í landskappingini.

Hjá monnum er landskappingin ikki broytt nakað frá í fjør, og sostatt vera aftur fimm lið í bestu deildini, og liðini skulu spæla fýra ferðir ímóti hvørjum – tvær ferðir í grundspælinum og tvær ferðir í endaspælinum. Tað vil siga, at tað liðið, sum vinnur grundspælið, tryggjar sær beinleiðis atgongd til steypafinaluna.

Hjá kvinnum er tað eitt sindur øðrvísi. Nú vera sjey lið í meistaradeildini hjá kvinnum, eftir at tað bleiv samtykt á aðalfundinum, at Fleyr skuldi flyta upp í bestu deildina. Hetta førir við sær, at kvinnurnar spæla tríggjar ferðir ímóti hvørjum, og tað verður tað liðið, sum er fremst eftir seks umfør, sum fær annað plássið í steypafinaluni.

Nýggja uppskotið skal m.a. føra við sær, at liðini leggja størri dent á landskappingini, og við hesum uppskotinum skulu tey eisini helst spæla væl frá byrjan av fyri at tryggja sær eina plássið í steypafinaluni.