»Broytingar«

Tað eru ymiskt, sum skuldi verið annarleiðis. Kringvarpið t.d., har skuldi tvangskravda gjaldið verið tikið av, og vit áttu at iinskilt kringvarpið! 

 

Eitt annað, sum í míni verð er órættvíst, er vegskattur, hesin skal gjaldast fyri allar bilar. Eg royndi at skriva "vegskattur" í google, fann eitt yvirlit- talva a. Í hesari er kostnaður av ferðsluni 2001 býttur sundir í 5 partar, nevnliga:

 

1. Útreiðslur hjá tí almanna av allari ferðsluni ( MVG og onnur avgjøld ikki íroknað ): kr. 335 mió.
2. Útreiðslur borgaranna av ferðsluni: kr. 919 mió.
3. Intøkur Landskassans: kr. 409 mió.
4. Landskassans partur av beinleiðis ferðslutrygdartiltøkum: kr. 40 mió.
5. Kostnaðurin av ferðsluvanlukkum: kr. 193 mió.


Vit hava nógv valútbúgvi fólk, granska fyri árið, ið fór, 2014, tað er kanska gjørt? Sum er gjalda ferðafólk, sum koyra við fremmandari nr. plátu, ongan vegskatt og okkara sjómenn, sum nýta veginir bara halva árið, gjalda tað sama, sum teir, ið koyra alt árið. Her kundi vegskattur verið lagdur á bensin og diesel, so komu tey, sum slíta vegirnar, at gjalda mest, og ferðafólk við bili gjalda við at keypa bensin og diesel.


Onnur krøv., trygdarskeið og bláa bók. 

 

Unglingar sum vilja royna sjógvin fyri fyrstu ferð skuldu ikki verid kravdir at gjalda fyri trygdarskeið og bláu bók. Sjálvur fekk eg trupulleikar at mynstra við Norskum báti, tí Bláa bók var ikki góðtikin í Norra, har skuldi ein onnur læknaváttan til, men bert tann eini læknin í Tórshavn kundi útflýggja slíka læknaváttan.

 

Her kundi okkurt verið gjørt góði veljara. Ein sterkur Miðflokkur á ting kundi verið loysnin.

 

Gott Miðfloksval

Sigmund Andreasen