1. Januar varð eldraøkið og heimatænastur fluttar út til kommunurnar at umsita. Vit hoyra frá Niels A. Joensen.
Í samband við, at Eldraøkið og Heimatænastan varð flutt til kommunurnar, boðaði Almannaverkið frá, at allar áheitanir, ið snúgva seg um Eldraøkið og Heimatænastu, skuldu stílast beinleiðis til kommunalu samstørvini og til Tórshavnar kommunu.
Eitt av nýggju samstørvunum er VEKS, millum Vestmanna, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunu.
Leiðarin fyri samstarvið, Niels A. Joensen, ásannar, at hetta er ein stór fíggjarlig ábyrgd at taka á seg fyri kommunurnar, og broytingar vera helst at síggja innan eldraøkið.
- Vit hava havt nógvan aktivitet í sambandi við yvirtøkuna av eldarøkinum, men tað hevur gingið væl við fyrireikingunum. Støðið verður tikið í frammanundan vælvirkandi heilsustøðum í Vestmanna, Streymnesi og á Eiði, og eftir ætlan byggja vit víðari á hesi, sigur Niels A. Joensen.
- Tað er ein stór fíggjarlig ábyrgd fyri kommunurnar at taka á seg, men tað er eitt vælvirkandi stýri, sum er sett at umsita øki, so eg havi góðar vónir og stórt álit á at hetta fer at virka, sigur hann, og ásannar, at tað neyvan slepst undan broytingum.
- Tað sum vit fara at brúka hetta ári til, er at fínkemba verandi tilboð til okkara borgarar, so tað slepst ikki undan broytingum. Vit tosa í hesum førinum ikki um sparingar, men um tænastutilboð – tað kann henda at summar tænastur fella burtur, men grundhugsanin er heldur, at vit víðkað um tilboðið, sigur leiðarin fyri VEKS.
Reint bygdráðspolitiskt kemur fyrisitingarliga arbeiðsbyrðan ikki at tyngja kommunurnar stórvegis, tí tvørkomunual samstørv eru gjørd, har eitt stýri er sett at fyrisita øki teirra vegna.
Trýst á pílin undir myndini, og hoyr samrøðuna í fullari longd