Føroysku U-21 landsliðsvenjararnir hava gjørt fleiri broytingar til dystin móti Serbia 6. September. Bill M. Jacobsen og Heðin Askham vóru ikki blíðir eftir dystin í Norðurírlandi, har okkara taptu 4-0. Tað sæst nú í verki.
Føroyska U-21 landsliðið hevur givið okkum nógv góð úrslit og minnir. Bara heilt sjáldan hevur U-21 landsliðið ligið eftir á. Tað gjørdi tað ímóti Norðurírlandi í Belfast tíðliga í August.
At síggja til eru fimm nýggir mans í hópinum frá túrinum í Norðurírlandi. Onkrir vóru ikki tøkir til tann dystin, meðan aðrir tykjast hava vunnið sær plássið. Millum teir, ið ikki vóru við í Norðurírlandi eru Jógvan Rói Davidsen, Páll Klettskarð, Petur Pauli Mikkelsen, Heini Vatnsdal og Sørmundur Kalsø.
U-21 landsliðið skal til Serbia at spæla 6. September saman við A-landsliðnum.
Hópurin hjá U-21 landsliðnum sær soleiðis út hesa ferð:
HB: Rógvi S Holm, Hallur Hansson, Teitur Gestsson, Jógvan Rói Davidsen
Víkingur: Kaj Leo í Bartalsstovu, Páll Klettskarð, Erling D Jacobsen
B36: Róaldur Jakobsen, Høgni Eysturoy
NSÍ: Klæmint A Olsen, Petur Pauli Mikkelsen ?Kristian Joensen (07 Vestur),
B68: Andre Olsen ?
FC Suðuroy: Heini Vatnsdal ?
ÍF: Dánjal á Lakjuni
KÍ: Sørmundur Kalsø ?
AB (DK):?Gunnar Zachariasen
Brøndby (DK): René S Joensen