Broytingin er komin til USA

- Eg var ikki tað sjálvsagda valevnið, og tað eru tit, sum eiga sigurin, segði Barrack Obama í takkarrøðu síni fyri 70.000 áhoyrarum í Chicago

Tann næsti forsetin í USA eitur Barrack Obama. Hann er 47 ára gamal, og hann er littur. Hann vann ein sannførandi sigur á forsetavalinum í gjár, tá hann fekk 338 valmenn ímóti teimum 156, sum kappingarneytin John McCain fekk. -Er tað nakar, sum framvegis ivast í, um USA er landið, har alt letur seg gera, so hava tit svarið her, segði Barrack Obama í takkarrøðuni fyri umleið 75.000 innbodnum áhoyrarum í Grant Park í Chicago. Hann takkaði kappingarneytanum fyri ein góðan dyst. -John McCain hevur stríðst ein drúgvan og harðan valdyst, og hann hevur stríðst uppaftur harðari og longri fyri tað land, sum hann elskar. Hann hevur offrað so nógv fyri hetta landið, at vit kunnu als ikki ímynda okkum tað, segði Obama um mótstøðumannin. Hann ásannaði, at hann hevur stórar avbjóðingar fyri framman, og at gøtan fyri framman er brøtt, nú USA er í einari svárari støðu fíggjarliga. Men hann vissaði samstundis áhoyrararnar um, at hann hevur góðar vónir um, at landið kemur burtur úr kreppuni. -Yes, we can, svaraði mannamúgvan við orðunum, sum Obama sjálvur hevur brúkt sum slagorð undir valstríðnum. Sjálvur vendi hann sær til teirra, sum ikki høvdu atkvøtt fyri sær og segði, at hann vil eisini hoyra frá teimum, sama hvør floksliturin er. Takkaði húskinum Sum vera man takkaði Barrack Obama eisini konuni Michelle fyri tann stuðul, sum hon hevur veitt honum undir tí langa valstríðnum. -Hon hevur verið mín besti vinur tey seinastu 16 árini. Hon er kletturin í húskinum og verður næsta forsetafrúan í USA, segði hann. Síðani nevndi hann tær báðar døturnar, sum hann umrøddi sum sínar eygnasteinar, og hann skoytti uppí, at tær tær skulu fáa ein hundahvølp við sær, tá húskið flytir inn í Hvítu Húsini. At enda seindi hann eina serliga heilsan og tøkk til ommuna, sum doyði av krabbameini sunnudagin. Mangir løkir smáir Hansara mongu og trúgvu hjálpar- og viðhaldsfólk og veljararnir fingu at enda eina hjartans tøkk. Tað eru tit, sum eiga sigurin. Tá lá ongantíð í luftini, at eg skuldi gerast forsetavalewvni. Vit høvdu ikki teir nógvu pengarnar at byrja við. Valstríðið byrjaði í einum bakgarði í Des Moines og á gøtuni í Charleston. Menn og kvinnur løgdu likam og sál í arbeiðið, og tey funnu 5 dollarar, 10 dollarar ella 20 dollarar á kistubotninum, sum tey lótu til endamálið, segði Barrack Obama. Eygleiðarar siga, at við hesum seinasta nam hann við ein sera týðandi lut í valstríðnum. Vanliga hava demokratarnir havt ilt við at savna pening til valstríð, meðan tað hevur verið munandi lættari hjá republikanarunum. Men hesum hevur Obama vent á høvdið við at savna pengar í smáum heldur enn at dúva upp á teir stóru og fáu stuðlarnar. Tað gjørdi, at hann hevði væl meiri pening til valstríðið enn republikanararnir.