J&K Petersen eru farnir undir arbeiðið at gera atløgusíðu frá ferjuleguni og inn ímóti Fiskavirking Tað er bátafestivalur á Toftum í dag. Tey, sum vitja, fara at leggja til merkis, at tað verður arbeitt við stórum útbyggingum á havnarlagnum. Síðsta summar samtykti bygdarráðið í Nes kommunu, at atløgusíða skuldi gerast frá ferjuleguni og inn ímóti flakavirkinum hjá Fiskavirking.
Nú eru J&K Petersen farnir undir arbeiðið, sum sambært sáttmálanum skal verða liðugt í september. Talan er um 95 metrar av atløgusíðu og stóra víðking av sjálvum havnarlagnum. Kostnaðurin fyri arbeiðið verður 7,4 milliónir krónur. Dýpið er átta metrar.
Umframt havnaútbyggingina er Nes kommuna í holtur við tvey onnur stórarbeiði. Annað er nýggi skúlin, sum ein partur av verður liðugur í summar og restin í mars 2008. Hitt er ídnaðarøkið. Arbeiðið við ídnaðarøkinum ímillum Oyrarnar og við Rætt er liðugt, og nú verður arbeitt innanfyri við Rætt.