Broytt ferðaætlan hjá Smyrli mikudagin

Í dag broytti Smyril ferðaætlan, og fór longu kl. 5 í morgun úr Suðuroynni, so nøkur teirra sum t.d. skuldu við bussi til Smyril  skuldu av húsum um 4 tíðina í morgun. 

 

SSL greiddi á síni heimasíðu frá, at veðrið var orsøkin, og at hetta var fyri at tryggja, at tey sum skuldu við flogfari, náddu tað tey skuldu.

 

Í morgin er ferðaætlanin hjá Smyrli eisini broytt.

 

Strandferðslan sigur soleiðis á ssl.fo:

 

Fyri veður verður siglt soleiðis mikudagin 20. oktobur:

 

  • Av Krambatanga kl. 06:00
  • Av Havnini kl. 08:45
  • Av Krambatanga kl. 11:30
  • Av Havnini kl. 16:00

 

Síðani verður ikki siglt meir fyri dagin.