Fram til sunnumorgunin hildu føroyingarnir, at Marius Joensen og Magni Dam skuldu skjóta í liðkappingini í skeet tann dagin.
Hetta varð tó broytt í evstu løtu, soleiðis at talan ístaðin gjørdist um sporting, har skotið verður í bæði skeet og trap.
Og heldur ikki tann kappingin gekk serliga væl, tí kastimaskinan ikki vildi fleiri enn 55 av teimum 100 dúgvunum avstað.
Av føroysku skjúttunum rakti Eirikur Elison 13 dúgvur. Jóannes Joensen rakti 27 dúgvur og Robert Hansen rakti 24 dúgvur.
Umframt at kastarin ikki sendi nóg nógvar dúgvur, so seinkaði hesin eisini kappingini við á leið tveimum tímum.
Marius Joensen og Magni Dam skuldu so mánadagin royna seg í liðkappingini í skeet.