Pensjónin fær stóra umrøðu og tað sær út til, at tey sum áður hava vart fólkapensjónina, nú taka undir við einum uppskoti, sum minkar grundupphæddina.
Rigmor Dam, landsstýriskvinna við mentamálum og limur í Javnaðarflokkinum, var á tingsins røðarapalli og vardi uppskotið um at lækka grundupphæddina og hækka útgjaldi úr Samhaldsfasta.
Fleiri andstøðutingfólk - seinast Jenis av Rana, Miðflokkurin - hildu tað var undarligt at hoyra framstandandi javnaðarfólk nú verja, at grundupphæddin lækkar.
Jenis av Rana vísti til, at hevur onkur áður ditta sær at nevnt nakað um fólkapensjónina, so hava tey fignið av at vita frá bæði Rigmor Dam og frá løgmanni, Aksel V. Johannesen.