Oljuleiting
Jan Müller
[email protected]
Herfyri skrivaðu oljufeløgini BP, Shell og Anadarko undir eina avtalu at bora ein brunn inni á landgrunninum á 9 ára loyvinum hjá Anadarko í 2007. Hetta hendi í Ojufyrisitingini eftir drúgvar samráðingar. Avgerðin hevur við sær, at tveir brunnar, sum BP og Shell hava bundið seg at bora í tí sonevnda "Gullhorninum" 1. útbjóðing, verða lagdir saman til ein brunn, sum so verður boraður á basaltinumlongur inni á landgrunninum.
Eisini tvey onnur oljusamtøk við Statoil og Amerada Hess sum fyristøðufeløg hava tveir brunnar eftir at bora frá 1. útbjóðing. Samráðst hevur verið um at leggja hesar báðar brunnarnar saman og bora ein brunn somuleiðis á basaltinum longur inni á landgrunninuminni á 9 ára loyvinum hjá Statoil í næsta ár.
Eftir tí sum Sosialurin skilur, so eru samráðingarnar við at koma uppá pláss. Her er talan um at samansjóva ynskini hjá ikki færri enn 8 oljufeløgum, og tí hevur drigið út við at fáa allar lutir uppá pláss. Sum skilst hava feløgini loksins loyst øll ivamálini og kemur henda avtalan helst endaliga uppá pláss fyrst í november.
Oljufeløgini, sum verða við í hesi eini tí kanska mest spennandi og kostnaðarmiklu og harvið eisini mest váðiligu oljuboringini á føroyska landgrunninum nakrantíð, eru Statoil, Dong, Shell, Petro Canada, Amerada Hess, BG, Atlants Kolvetni og Anadarko. Feløgini hava gjørt seismiskar og aðrar kanningar á landgrunninum í summar og er ætlanin at seta borin í sokallaða Brugduprospektið einaferð næsta summar.
Sum skilst eru rættiliga stórar vónir til hesa boringina. Úrslitið av henni kann fáa veruliga gongd á oljuleiting við Føroyar. Tað nýggja og áhugaverda við hesi boringini er, at hetta verður fyrsti brunnur um okkara leiðir, har borað verður gjøgnum tjúkkar basaltfláir. Enn vita feløgini ikki fyri vist, hvussu tjúkkar tær eru men talan kann vera upp í ein kilometur.
Sera torført er í løtuni at fáa boripallar til slíka boring, men Sosialurin skilur, at fyristøðufelagið Statoil hevur fingið fatur á einum boripalli.