Brúgvin um Sandá sett í upprunastand

Gamla brúgvin um Sandá er nú sett í upprunastand og varð nú seinnapartin latin almenninginum til fría nýtslu. Brúgvin verður nú ein fagurfrøðiligur partur av kommunalu gøtuskipanini, sum einans er fyri gangandi og súkklandi.

Á lítlari samkomu segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at tað er stuttligt at hugsa sær, at hendan brúgvin tíðliga í tíðini var partur av  einum av høvuðsvegunum í Føroyum, sum bant saman eystara og vestara part av landinum.

 

Tey gomlu vóru von at ganga ella ríða um áir – enntá at koyra tvørturum við hestavognum – men her úti var ofta ógjørligt at koma tvørturum. Pløyen vildi tí hava brúgv og fekk stuðul úr Økonomisk Fond for Færø Amt, og í 1844 var tíðin komin at seta hol á fyrstu samferðsluútbyggingina í Føroyum.

 

Argjamenn høvdu sjálvir bygt eina brúgv longri niðri í 1835. Løgtingið yvirtók Økonomisk Fond í 1852, og tá vórðu tilsamans 6 brýr roknaðar sum landsbrýr – harav brúgvin um Sandá var tann eina.

 

##med2##

 

Gomlu landsvegirnir og brúgvarnar, sum hoyrdu til, vóru nóg góðar til alla vanliga ferðslu nakað inn í 20. øld, men tá ið fyrsti bilurin stóð á Kongabrúnni í mai 1922, var greitt, at neyðugt var at endurnýggja vegakervið.

 

Tað var tá, at kommunan fór undir at gera Velbastaðvegin til koyriveg, og fyrstu strekkini av vegnum vórðu boðin út i 1923.

 

Í 1925 var túrurin komin til at gera nýggja brúgv um Sandá. Arbeiðið varð boðið út í apríl 1925. Johannes Simonsen, Óli Arge, Chr. Jensen í Kvívík, Jacob Christiansen og Vilhelm Samuelsen bjóðaðu uppá arbeiðið.

 

##med3##

 

Vilhelm Samuelsen, sum seinni fekk sær eftirnavnið Tórsheim, hevði lægsta boð og vann útbjóðingina. Hann bjóðaði sær til at byggja brúnna fyri íalt 12.487 krónur.

 

Lesið eisini: 12.487 krónur fyri brúnna um Sandá

 

Hann skuldi tí standa fyri arbeiðinum, og 10. Juni 1925 lýsti hann í bløðunum eftir røskum arbeiðsmonnum at arbeiða fyri seg hetta summarið.

 

Tingakrossur visti í oktober 1926 at siga, at umsíðir var koyringin millum Tórshavn, Velbastað og Kirkjubø komin í rættlag aftur, nú brúgvin var heilt liðug.

 

Tingakrossur fegnaðist samstundis um, at “Brúgvin sigst nú at skula halda til ævigar tíðir”. Og hon stendur í øllum førum enn, skjótt 100 ár seinni.

 

Tá ið brúgvin var reist, fór nógv ferðing vestur í Vágar eftir hesari leiðini, men tann ferðingin steðgaði, so hvørt sum samferðslumøguleikarnir bøttust aðrastaðni.

 

Í 1980-árunum varð havnin í Gomlu rætt bygd at gera tað høgligari at ferðast í Sandoynna. Tí varð brúgvin í 1988 styrkt við einum betongdekki, og autoverja varð sett á hana, so brúgvin kundi halda til nógv øktu og tyngdu ferðsluna.

 

##med4##

 

Ferðslan um gomlu brúnna steðgaði í 2004, tá ið nýggja farleiðin um Velbastaðháls var tikin í brúk.

 

- Vit meta brúnna at hava siðsøguligt virði fyri kommununa sum bygningsverk og sum minnisvarði um grótlaðarahandverkið, sum ikki er vanligt í dag. Tí hevur Tórshavnar kommuna valt at seta brúnna aftur í upprunastand.

 

- Arbeiðið at umvæla brúnna byrjaði á heysti í 2019 og varð handað Tórshavnar kommunu á sumri 2022. Brúgvin verður nú ein fagurfrøðiligur partur av kommunalu gøtuskipanini, sum einans er fyri gangandi og súkklandi.

 

- Eg skal gera vart við, at girðingarnar á brúnni eru sambært krøvum og standardum, sum vóru galdandi í 1925. Girðingarnar eru opnari enn vanligt er í dag, og tí er neyðugt at vísa serlig atlit í sambandi við gongd og súkkling á brúnni. Øll ferðsla á brúnni er tí uppá egna ábyrgd.

 

- Góð ráðini eru tí at ganga mitt eftir brúnni. Farið ikki út til rekkverkið ella kantsteinarnar og leiðið børnini.

 

- Tað er okkara tekniska fyrisiting, sum hevur fyrireikað arbeiðið, Sp/f Ráð hava havt prosjektering og byggileiðslu um hendi og Søvn Landsins hava verið ráðgevar. Fyrra byggistig gjørdi articon og seinna J&K Petersen, segði Heðin Mortensen á lítlari samkomu seinnapartin.