Brúka minni tíð til skúlating

Flestu skúlanæmingar í føroysku 9. flokkunum brúka um hálvan tíma um dagin til skúlating.

Flestu skúlanæmingar í føroysku 9. flokkunum brúka um hálvan tíma um dagin til skúlating.

 

Norðurlendskar ungdómskanningar hava víst, at skúlanæmingar brúka minni tíð til skúlating í dag enn fyri nøkrum árum síðan.

 

Tað skrivar Skúlablaðið hjá Føroya Lærarafelag.

 

– Hvussu nógva tíð brúka føroyskir níggjundafloks næmingar til skúlating heima?

 

Teir flestu siga seg brúka umleið ein hálvan til ein tíma um dagin. Góð 19 prosent brúka tó minni enn ein hálvan tíma um dagin til skúlating. Og heili 10 prosent gera ongantíð skúlating. Einans 13 næmingar – 2,5 prosent – brúka í minsta lagi tríggjar tímar til skúlating, skrivar Skúlablaðið.

 

Ein ávísur kynsmunur sæst í úrslitunum. Ávikavist 56 og 46 prosent av dreingjunum og gentunum brúka í mesta lagi ein hálvan tíma um dagin til skúlating. Genturnar eru yvirhøvur ídnari at gera skúlating – sæð í mun til tíðarnýtslu – men hyggja vit at teimum, sum brúka tríggjar tímar ella meira um dagin til skúlating, so er ongin nevniverdur munur á dreingjum og gentum.

 

Í Skúlablaðnum verður víst á, at norðurlendskar ungdómskanningar hava víst, at skúlanæmingar, í miðal, brúka minni tíð til skúlating í dag enn fyri nøkrum árum síðani. Fleiri orsøkir eru til broytingarnar, sum ikki neyðturviliga merkja, at tey ungu ikki gera sínar skyldur. Men hjá nógvum hevur økt frítíðarvirksemi – bæði tað skipaða í feløgum og spæl og samskifti á t. d. alnetinum – ávirkað gongdina og broytt raðfestingarnar.

 

»Ungfólk í Føroyum 2012« er ein frágreiðing, sum lýsir og viðger úrslitini av stórari skúlaspurnakanning, sum Firouz Gaini, granskari, stóð fyri. Kanningin er partur av føroyskum-íslendskum granskingarsamstarvi, sum byrjaði tíðliga á vári 2011.


 

19 av tilsamans 21 skúlum við 9. flokkum luttóku.

 

Kanningin umfatar øll, sum eru fødd í 1996. Nakrir fáir luttakarar eru tó 1 ár yngri ella eldri. Svarprosentið var 76,1 prosent í Føroyum. Tað er eitt góðkent støði. Umleið 540 luttakarar vóru eftir, tá tey ógyldugu skjølini vóru drigin frá. Umleið 52 prosent vóru gentur.

 

Til ber at lesa alla kanningina VIÐ AT TRÝSTA HER