Brúkiligur fiskiskapur eftir havtasku

Trolarar, sum fiska upsa og garnaskip, sum fiska svartkalva, hava smáligan fiskiskap. Heldur frægari roynist veiðan eftir havtasku.

 

Flestu partrolarapør eru til fiskiskap. Skipini fáa mest av upsa og so nakað av hjáveiði. 

 

- Partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur, men fiskiskapurin er smáligur.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Bert ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap í løtuni. Teir fiska svartkalva og koma helst inn at landa miðskeiðis í næstu viku.

 

Allir teir smáu trolbátarnir liggja við bryggju. 

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, men fiskiskapurin er smáligur. Helst koma bæði skipini inn at landa síðst í næstu viku.

 

- Eitt garnaskip fiskar havtasku og hevur brúkiligan fiskiskap. Teir koma helst inn at landa miðskeiðis í næstu viku, verður lagt aftrat.