Brúktu 21 milliardir krónur í summar

Premier League: 21 milliardir krónur blivu brúkar upp á spælarar í summar

Í gjárkvøldið lat flytingarvindeygað aftur í Premier League, og feløgini settu nýtt met við at brúka 21 milliardir krónur upp á spælarar.

 

Flestar pengar brúkti Chelsea, sum tveitti ikki færri enn 3,7 milliardir  krónur eftir nýggjum spælarum. Millum annað næstan eina milliard krónur upp á Moises Caicedo frá Brighton.

 

Hereftir komu Manchester City, Tottenham og Arsenal, sum øll liggja um 1,7 milliard krónur út. Manchester United kom upp á 1,6 milliard krónur og síðani Liverpool og Newcastle við ávikavist 1,4 og 1,1 milliard krónum.

 

Í hinum endanum av listanum eru uppflytararnir úr Luton Town. Her blivu bara 82 milliónir krónur brúktar upp á nýggjar spælarar.

 

Í hesum førunum er talan um útreiðslur. Samanlagt seldu feløgini í Premier League fyri næstan 12 milliardir krónur. Millum annað Chelsea seldi fyri næstan tvær milliardir krónur.