Løgreglan brúkti tað mesta av degnum í gjár upp á at kanna ferðsluna og hesa fer vóru tey serliga í tí, løgreglan kallar Norðurøkið, tað er Eysturoy og Norðoyggjar.
Og tað varð ein dýr søga hjá fleiri bilførarum. Í hesum sambandi fingu einir átta bilførarar 1.000 krónur í bót í part fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan teir koyrdu.
Harumframt fingu nakrir bilførarar bót fyri at koyra ov skjótt. Og av teimum koyrdu einir 10 bilførarar ímillum 21 og 30 kilometrar skjótari enn loyvt er, og tað kostar teimum eitt klipp í koyrikortið, umframt at teir fáa bót. Og tveir bilførarar koyrdu ímillum 51 og 50 kilometrar skjótari enn loyvt er, so teir missa koyrikortið treytað og mugu tískil taka tað umaftur.