Tekning av nýggjum skipi hjá føroyska reiðarínum, Faroe Origin. Nýbygningarnir skulu latast ávikavist í fyrsta og øðrum fjórðingsári í 2026. Mynd: Karstensens Skibsværft A/S

Brunvoll letur útgerð til føroyskar nýbygningar

Brunvoll er partur av Brunvoll Holding AS og er leiðandi veitari av maritimum skipanum og loysnum.

Tekning av nýggjum skipi hjá føroyska reiðarínum, Faroe Origin. Nýbygningarnir skulu latast ávikavist í fyrsta og øðrum fjórðingsári í 2026. Mynd: Karstensens Skibsværft A/S

Norska fyritøkan Brunvoll skal lata útgerð til trý skip, sum Karstensens Skibsværft í Skagen byggir. Talan er eitt nú um motorar, skrúvuhúsar og mannereringarútgerð.

 

Kystmagasinet.no veit at siga, at tvey av skipunum verða bygd til føroyska felagið, Faroe Origin. Triðja skipið er til ein eigara, sum enn ikki er almannakunngjørdur.

 

Heimasíðan veit at siga, at veitingin til triðja skipið snýr seg um tað, sum rópt verður "tunnelthrustere", ið eitt nú snýr seg um skrúvur og skrúvuhúsar við tilhoyri.

 

Skipini, sum Faroe Origin letur byggja, verða sambært heimasíðuni stívliga 44 metrar long og 11,5 metrar breið, og tey skulu latast ávikavist í fyrsta og øðrum fjórðingsári í 2026. 

 

Í samband við byggisáttmálan á Karstensens Skibsværft, sum er til ein í løtuni ikki navngivnan eigara, letur Brunvoll eitt nú tveir sonevndar "tunneltruster" av slagum, FU74.

 

Veitingin fevnir eisini um motorar til framdrift, el-motorar, startarar og thruster-eftirlitsskipanina, nevnd BruCon PTC.

Brunvoll er partur av Brunvoll Holding AS og er leiðandi veitari av maritimum skipanum. Fyritøkan hevur drúgvar royndir innan menning, framleiðslu og tænastuveiting á sínum øki.

 

Meira kann lesast á www.kystmagasinet.no

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Tekning av nýggjum skipi hjá føroyska reiðarínum, Faroe Origin. Nýbygningarnir skulu latast ávikavist í fyrsta og øðrum fjórðingsári í 2026. Mynd: Karstensens Skibsværft A/S