Brutu inn at drekka


 

Náttina til jólaaftan klokkan trý korter til trý fekk løgreglan í Runavík eina fráboðan um innbrot á Fiskavirking í Runavík.

Løgreglan fór beinanvegin á staðið og fann seks ungar dreingir inni í bygninginum.

Orsøkin til innbrotið var, at tað var ov kalt í veðrinum, at ganga úti, og tí vildu teir verma seg inni á virkinum. Tá løgreglan kom fram á teir, sótu teir inni og drukku, tí tað var so kalt úti.

Teir vórðu tó handtiknir og skuldsettir fyri innbrot.