Bryan Rice við nýggjum sangi

Mánadagin kom út nýggj stakfløga við Bryan Rice. Sangurin kallast I Lied og er ein rættur poppsangur, sum er framleiddur í Svøríki Bryan Rice, sum skal spæla á Summarfestivalinum í august, gav mánadagin stakfløguna I Lied út. Hon varð spældur fyrstu ferð á donskum útvarpsstøðum mánadagin, og roknað verður við, at sangurin verið tráðspældur næstu tíðina.

 

Bryan Rice hevur í vetur skrivað nýggjar sangir, sum eru tiknir upp í upptøkuhølum í Keypmannahavn og Stockholm. Sangurin I Lied var skrivaður í studio í Stockholm, har Bryan Rice samstarvaði við Harry Sommerdahl. Norska Hanne Sorvaag hevur verið við til at skriva tekstin.

 

Bryan Rice prógvar á nýggja sanginum enn einaferð, at hann hevur ein fantastiska rødd, og teimum nýggju sangunum er hann til reiðar at vinna enn fleiri hjørtu í Danmark og uttanlands.