Kobe Bryant gjørdist hósnáttina yngsti spælarin nakrantíð, sum hevur skorað 23.000 stig í NBA. Kobe Bryant var 30 ár og 171 dagar, tá hann rakk teimum 23.000 stigunum í dystinum hjá LA Lakers ímóti Oklahoma City Thunder. Undan hesum átti Wilt Chamberlain metið. Hann var 30 ár og 176 dagar gamal, tá hann rakk marknasteininum.