Bryggjaríini drukna í avgjøldum

Bryggjaríini øtast um avgjaldið, sum verður lagt á sodavatn. Tey vænta minni sølu av sodavatni, og tað harmast tey um. Hinvegin rokna tey ikki við, at tenninar hjá børnum batna, og tí halda tey avgjaldið hava eittans endamál: At økja um inntøkur landskassans

Dagliga kappast tey harðliga. Restorffs bryggjarí og Føroya Bjór. Men í einum eru tey samd. Tey øtast um, at landsstýrið hevur gjørt av at leggja stór avgjøld omaná sodavatn.
Sambært uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2004, sum landsstýrismaðurin við fíggjarmálum legði fram í síðstu, so skal eitt avgjald á tríggjar krónur leggjast oman á hvønn litur av sodavatni og leskidrykkjum, sum verða seldir í Føroyum.
Hetta skal geva landskassanum eina meirinntøku á 10 milliónir krónur, sæst í uppskotinum til fíggjarlóg. Sagt verður, at talan er um eitt heilsuavgjald, sum skal minka um søluna, men samstundis er ætlanin, at landskassin skal fáa meira í kassan.
? Tað hevur leingi nervað heilusmyndugleikarnar í Føroyum eins og aðrastaðni í vesturheiminum, at mat- og drykkjuvanarnir hjá fólki eru vorðnir støðugt ósunnari. Landsstýrið hevur sett sær sum mál, at upplýsa um henda vandan, men eisini beinleiðis at ávirka atburðin hjá fólki, soleiðis at nýtslan av ósunnum vørum verður minni, sigur Karsten Hansen afturvið uppskotinum til fíggjarlóg.
Bryggjaríini ivast stórliga í motivinum hjá landsstýrinum.

Skattakrevjarin Waag
Á Føroya Bjór vænta tey, at avleidda avleiðingin av avgjaldinum verður nógv størri enn tær tríggjar krónurnar, sum fara omaná hvønn litur.
Einar Waag stjóri sigur, at prísurin á hálvum øðrum litri á sodavatni, sum í dag er 12 krónur, fer at vera einar 26 krónur, tá av tornar. Tað grundar hann á, at avgjaldið skal á útsøluprísin, síðan skal keypmaðurin hava vinning og at enda kemur MVG-ið omaná.
? Vit vænta, at prísurin hækkar mangt slíkt enn tað, sum kemur omaná í avgjaldi. Tað fer at ávirka okkum heilt betýðiligt, og tað fer sjálvandi at síggjast aftur í úrslitinum frameftir, sigur Einar Waag.
Úrslitið hjá Føroya Bjór var góðar 700.000 krónur í avlopi í fjør, og stjórin harmast um, at hann í framtíðini skal rinda burturav, tí at landskassanum vantar pening.
? Hetta er so skítbýtt. Teir billa fólkum inn, at hetta snýr seg um heilsu, men tað hevur einki við heilsu at gera. Hetta er júst sum 70-árunum. Tá teimum vantar pening knalla teir punktgjøld á okkum vinnurekandi. Næsta ár verður tað sikkurt ein króna afturat. Um tað ikki skal vera hykl, so mugu vit eisini hava minni avgjald á Jolly Light og Sitrus, men tað vænti eg ikki fer at henda, sigur Einar Waag.
Hann vísir á, at aðrastaðni verður farið hinvegin, fyri at gera umstøðurnar hjá vinnuni góðar. Í Danmark lækkar prísurin á bæði spiritus, tubbakki og sodavatni. Hjá okkum snýr tað seg bara um at økja um inntøkurnar hjá landskassanum, nú tað sansar at, og samgongan hevur lovað skattalætta.
? Vit skulu vera skattainnkrevjarar hjá landinum, og tað er ikki serliga hugaligt. Vit skulu krevja einar 10-15 milliónir krónur inn fyri landið í skatti, og tað var ikki tað, eg ætlaði, sigur Einar Waag.

Krassa í kassan
Óla Svend Nolsøe, stjóri á Restorff, ivast stórliga í, um børnini fáa minni brendar tenn av avgjaldinum, sum verður lagt á sodavatn, men tað kann ávirka søluna, heldur hann.
? Eftir hesum at døma fer prísurin á sodavatni upp, og tað ávirkar vanliga søluna tann skeiva vegin. Men tað er hinvegin ikki sikkurt, at tað ger tað, sum frá líður, og tí er heldur ikki vist, at børnini fáa betri tenn. Tað er heldur ikki endamálið við avgjaldinum, tí meiningin er bara at krassa meiri pengar í landskassan. Um teir høvdu so stóra neyð av heilsuni hjá fólkum, so varð avgjald lagt á feitan seyð og grillbarrir, men tað er lættari at fara eftir okkum, sigur Óla Svend Nolsøe.
Restorffs hevur einki serligt úrslit at vísa fyri síðsta ár. Eftir skatt vísti ársúrslitið eitt hall á roknskapinum upp á meira enn 700.000 krónur. Men hóast Óla Svend Nolsøe ikki tekur undir við avgjaldinum, so óttast hann tað heldur ikki beinleiðis.
? Vit hava havt eina javna sølu av sodavatni, hóast kappingin frá teimum útlendsku hevur verið stór. Higartil hava vit bara selt hálvar litrar í fløsku, men nú eru vit farin at selja størru fløskurnar eisini, so sølan bara økist fyri okkara viðkomandi, og hetta avgjaldið fær neyvan søluna í botn, sigur Óla Svend Nolsøe.
Hvussu er og ikki. Landsstýrismenninir í bæði fíggjarmálum og familju- og heilsumálum tvíhalda um, at talan er um heilsuavgjald, sum skal bøta um tenninar hjá børnum. So kunnu fólk bara undrast á, prísurin samstundis hækkar á mjólkini.