Bryndis í Dali er sett sum leiðari á Visit Sandoy. Hon byrjar í starvinum hin 1. juni. Bryndis í Dali er 27 ára gomul og hevur lisið master innan ferðavinnu á Aalborg Universiteti. Sum leiðari kemur hon at hava alla dagligu ábyrgdina av Visit Sandoy, samstundis sum uppgávur hennara verða at virka fyri og menna økið í ferðavinnuhøpi.
- Stórar avbjóðingar og broytingar liggja fyri framman innan ferðavinnuna í Sandoyar sýslu komandi árini. Neyðugt er við einum væl útbúnum leiðara við góðum førleikum, ið kann flyta og skipa arbeiðið og harvið gera Sandoyar sýslu til eitt av berandi økjunum innan ferðavinnu í Føroyum.
Tað sigur nevndin í Sandoyar sýslu Ferðalag, har Heini Tausen er formaður.
- Um fá ár verður koyrandi í Sandoynna, og tá kemur ferðafólkamynstrið at broytast, og ikki minst kemur ferðafolkatalið at økjast munandi. Arbeitt hevur verið miðvíst seinastu árini fyri at gera økið klárt til komandi broytingarnar. Hetta verður eisini eitt av høvuðøkjunum, sum Bryndis í Dali kemur at arbeiða víðari við.
Nevndin í Sandoyar sýslu Ferðalag ynskir Bryndis i Dali hjartaliga vælkomnari.