Tað gjørdist ein góður dagur hjá føroyingaliðunum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í dag.
HER ber til at lesa um hvussu Fredrikstad gjørdist staðfestur meistari í deildini í dag.
Liðið hjá Rógva Baldvinsson og Noah Mneney, Bryne er nú bert eitt stig frá at røkka sætta plássinum, ið gevur rætt til at spæla Play Off dystir um uppflyting til bestu norsku fótbóltsdeildina.
Bryne vann á heimavølli í dag týdningarmiklan 2-1 sigur á liðnum, ið liggur á júst sætta plássinum, Sogndal. Tíverri slapp Noah ikki á vøllin, men Rógvi var á vøllinum seinastu góðu 20 minuttirnar.
Bryne er nú nummar sjey í deildini við 41 stigum, einum stigi færri enn Sogndal.
Megnar Bryne at vinna á Raufoss á útivølli komandi sunnudag, og Sogndal tapir ella spælir javnt móti Mjøndalen á heimavølli endar Bryne á einum sætta plássi, og sleppur at spæla Play Off dystir móti triðfremsta liðnum í deildini, Kongsvinger sum endar staðfest nummar trý í deildini. Nummar fýra og fimm í deildini møtast í hinari Play Off hálvfinaluni.
Gullbrandur í Horni Øregaard spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Sandnes ULF vunnu 3-2 á Ranheim. Ranheim var annars á odda 2-1 í steðginum.
Sigurin merkir, at Gullbrandur og liðfelagarnir hava bjargað sætinum í næstbestu deildini. Sandnes er nummar 10 við 37 stigum, og teir kunnu í ringasta føri enda á einum fjórðaftasta plássi aftaná seinasta leikumfarið.
Liðið sum endar triðaftast skal spæla Play Off dystir móti einum liði úr triðbestu deildini um rættin at spæla í OBOS-liguni komandi kappingarár.
Sandnes endar kappingarárið komandi sunnudag á útivølli móti Åsane, ið liggur fjórðaftast bert tvey stig frá triðaftasta plássinum. Tí hevur Åsane alt at spæla fyri, meðan Gullbrandur og liðfelagarnir kunnu spæla frítt nú teir eru leysir av øllum niðurflytingarvanda.