Brynhild er ættað úr Vági og er í dag búsitandi í Danmark. Hon er dóttir Ragnhild, f. Nicodemussen, ættað úr Skálavík og Andreas Djurhuus, vanliga nevndur Diurin, ættaður úr Porkeri, sum fylti 100 ár í januar í ár.
Brynhild tók preliminerprógv í Vági í 1960, og varð útlærd sum skrivstovukvinna í 1963. Hon stóð í læru hjá P/F Shell á Viðarnesi í Havn.
Hon hevur m.a. arbeitt á Fornminnissavninum 1970-80, á Dansk Sygeplejeråd Føroya deild 1980-85 og á Sendistovuni frá 1985. Hon hevur eisini merkonomútbúgving.
Brynhild arbeiðir sum attaché á føroysku sendistovuni í Keypmammahavn.