Talið av føroyskum hondbóltsspælarum, ið royna seg uttanlands veksur alsamt.
Nú fer eisini 20 ára gamla, Brynhild Pállsdóttir úr H71 at royna seg á høgum støði uttanlands.
Brynhild Pállsdóttir fer at royna seg í Ajax í Keypmannahavn, ið farna kappingarár hevði Rakul Wardum, Súnu K. Hansen og Lív S. Poulsen í hópinum.
Við heimasíðuna hjá Ajax sigur Brynhild Pállsdóttir: - Eg eri ógvuliga spent upp á hendan møguleikan, ið er eitt stig rætta vegin á mínari hondbóltsyrkisleið. Eg havi verið sera fegin um tíðina í H71, ið er eitt framúr gott felag, men at sleppa at spæla í bestu donsku deildini er ein stór avbjóðing, ið eg gleði meg nógv til. Tað verður spennandi at koma til Keypmannahavnar at møta mínum nýggju liðfeløgum.
Hjálparvenjarin hjá Ajax, Martin Grønmann sigur við heimasíðuna hjá Ajax: - Hon er ein spælari, ið hevur nógvar skot-variantar, og so er hon ein dugnaligur verjuleikari sum er forsøgin, og tískil góð til at vinna bóltin og fara í mótálop. Vit gleða okkum til, at Brynhild kemur til Keypmannahavnar, sigur Martin Grønmann.
Fyrsti dysturin hjá Ajax í bestu donsku hondbóltsdeildini verður 2. september á útivølli móti Bjerringbro.