Brynja Høj ger "comeback" í SMS-deildini

Eftir stuttan steðg verður Brynja Høj aftur at síggja í hondbóltshallunum

Mynd: Stjørnan

Stjørnan hevur fingið ein stóran kalva innum stokkin.

 

Stjørnan skrivar soleiðis á facebookvanga teirra: - Í øllum landsliðsmeldrinum hjá A-landsliðnum hjá kvinnunum, kemur enn ein hvøkkur. Fyrrverandi varaliðskiparin á landsliðnum, tekur harpiksi av hillini og ger avtalu við Stjørnuna.


- Eg eri spent uppá at byrja aftur. Eftir ein stuttan steðg merki eg í mær, at eg enn vil hondbóltin. Stjørnan er í gongd við eitt fínt kappingarár, har liðið fegið vil bjóða av í topp fýra, og tað sýnist at vera ein góður felagsskapur kring felagið sum er í menning - sigur nýggi Stjørnuleikarin, Brynja Høj.


Regin Sivertsen, formaður í Stjørnuni sigur, at í felagnum eru tey errin av at kunna fáa ein leikara til Stjørnuna við tílíkum eginleikum og stuðlar hetta við raðfestingina hjá Stjørnuni við at royna at kappast við ovaru liðini. Skrivar Stjørnan. 

 

Mynd: Stjørnan