TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Brynju Høj hjá Neistanum, aftaná 16-15 sigurin hjá neistakvinnum á Kyndli fyrr í kvøld.
Brynja heldur, at talan var um ein dyst, har báðar verjurnar vóru framúr, og torført var at skjóta mál. Brynja ásannar, at neistakvinnur høvdu eina tunga periodu í byrjanini av fyrra hálvleiki, men hon heldur, at tær reistu seg væl ímóti endanum av seinna hálvleiki.
Brynja staðfestir, at neistakvinnur kempa til seinasta sekund, og málið er at koma í FM-finaluna, og at vinna finaluna.
(www.hsf.fo)