BT gevst við prentaðu útgávuni

Danska blaðið B.T. gevst við prentaðu út­gáv­uni á nýggjárinum, og verður tá bara tøkt í tal­gildari útgávu á netum.

Hesum boðar blaðið frá í tíðindaskrivi í morgun. Sam­stund­is gevst blaðstjórin, Jonas Kuld Rathje, í starv­inum.

 

Samstundis sum hendan kollveltingin fer fram á danska blaðnum, verða eisini aðrar boryt­ingar. Redaktiónirnar í Aarhus, Odense og Aal­borg steingja, og restina av árinum verð­ur talan um eina og somu útgávu kring alt landið.

 

Í sambandi við umleggingarnar hvørva 10 størv á blaðnum.

 

B. T. kom fyrsrtu ferð út í 1916 við eyst­ur­ríkska-ungarska blaðnum, 'Az Est' sum fyr­i­mynd. Støddin var helvtin av teimum stóru bløð­num, og skuldi vera lættari at lesa við styttri og meira beinleiðis tíðindum við tekn­ing­um og myndum.