Í dag kemur danska dagblaðið BT út sum pappírsblað fyri seinastu ferð. Frá fyrsta januar fer blaðhúsið fult og heilt at hugsavna seg um talgildar pallar.
– Hetta er endin á einum tíðarskeiði, men eg hugsi eisini, at hetta er framhaldið av nýggjum tíðarskeiði – einum spennandi tíðarskeiði, sigur Pernille Holbøll, sum er ábyrgdarblaðstjóri á BT, sambært Ritzau.
Hon sigur, at prentað blaðútgáva ber seg ikki longur, og tí kemur BT frameftir út sum talgilt blað. BT fer nú at arbeiða við interneti, video og ljóði.
BT kom út fyrstu ferð 31. august í 1916. Upplagið hjá BT var í hæddini dagin eftir danska EM-sigur í mansfótbólti í 1992, tá ið 345.000 bløð vóru seld. Í 2019 var upplagið 76.000 bløð, men seinastu tíðina eru bert 3-5.000 bløð prentað um dagin.
Í nógv ár var BT at fáa til keyps í føroyskum sølubúðum.