BT TV: Skelda Remee ? skal ikki siga sannleikan

 

Tað er eingin orsøk at siga hyggjarunum alt. Tað er eftir øllum at døma hugburðurin hjá framleiðslufelagnum ?Blu?, ið stendur handan X-Factor

Blu hevur víst sína ónøgd við Remee, eftir at hann farna fríggjakvøldið greiddi hyggjarunum frá innanhýsis avtaluni hjá dómarunum.

 

Avtalan sigur stutt og greitt, at standa tveir luttakarar hjá sama dómara í vandabólkinum, skal tað verða tann avvarðandi dómarin, ið skal taka tað endaliga avgerðina.

 

Men frágreiðingin hjá Remee fellur ikki á góða jørð hjá Blu.

 

- Eg bleiv av framleiðslufelagnum skeldaður út eftir sendingina. Tey mettu ikki, at tað var nóg áhugavert at hyggja eftir, tá eg greiddi frá avtaluni. Men eg hugsi ikki so nógv um, at tað skal verða ein góð sending, sigur Remee, sum ikki letur seg ávirka av framleiðslufelagnum. Hann heldur tað er týdningarmikið, at hyggjararnir vita sannleikan.