Bústaðarøki á Hálsi, framhald

Framhald av lesarabrævi mínum á in.fo frá dec 22, um at samantvinna vinnuøkið á Hálsi í Havn, við eitt íbúðarøki.

 

Eg vil staðiliga heita á Tórshavnar kommunu um taka hugskot mítt upp til viðgerðar, um at fara undir eina sameiningar tilgongd av vinnuøkinum á Hálsi saman við einum íbúðarøki.

 

Tórshavnar kommuna kann við hesum taka stig til eitt felags prát við fyritøkurnar á Hálsi, eins og arkitekta- og ráðgevandi fyritøkur, fyri at hoyra havt tey hugsa um hetta hugskotið.

 

Hetta kundi væl verið ein áhugaverd íløga hjá fyritøkunum á Hálsi at hugt nærri eftir. Og er tað upp til Tórshavnar kommunu, at bera so í bandi, at fyritøkurnar fara at tekkjast hugsanini um eina møguliga sameining av økinum.

 

Tað stendur mær púra klárt, at øki á Hálsi er alt ov illa útnytta, tá hugsa verður um góðu staðsetingina, og um verandi bústaðar støðuna í Tórshavn. Øki á Hálsi er somikið væl staðsett og valla til bústaðir, at eg yvist ikki í, at ung sum eldri fara at flokkast um møguleikan at búseta seg á hesum framúr miðstaðarøki.

 

At ein tílík verkætlan fer at leysgeva eitt ótal av øðrum bústøðum í Tórshavn, er als eingin iva í! Tí eg trúgvi at fleiri fegin vilja at flyta hagar, bert fyri at nærkast miðbýnum.

 

Vænti at uppruna ætlanin við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík, og eftirfylgjandi læran av henni, kann væntast, at hepnast til UG á Hálsi.

 

Vóni at Tórshavnar býráð sær møguleikan í hesum hugskoti, og tekur neyðug stig til at kannað nærri, møguleikan fyri hesum nýggjan og hart tiltrongda býarparti til íbúðir innan ringvegin.

 

Minnist til, at vit fáa við hesum ein býartpart í miðbýnum, uttan at tikið verður av verandi grønum økjum í miðbýnum.

 

Ein áheitan til fyritøkurnar á Hálsi, um at útseta møguligar ætlaðar nýgerðir av verandi bygningum teirra á Hálsi, til núsitandi samgonga í Tórshavnar býráð sær møguleikan fyri at menna øki á Hálsi til nakað heilt serligt. Og sum nú- og eftirtíðin heilt víst fer at seta prís á.

 

Um eingin roynd verður gjørd av Tórshavnar kommunu, at troyta hendan møguleika. Fari eg at bjóða meg framm til næsta býráðsval í Tórshavnar kommunu, í royndini at fáa glið á ætlanina.

 

Bogi í Gil,

Møguligt valevni til býráðsvalið 2024 í Tórshavnar kommunu