Fríggjakvøldið kom íslendingurin, Bubbi Mortens, aftur til Klaksvíkar. Miðskeiðis í sjeytiárunum búði hann eitt skifti í Klaksvík, og hann hevði ongantíð verið aftur í Klaksvík síðani. Ikki fyrr enn nú Listastevna Føroya dróg hann til landið.
Bubbi Mortens hevði konsert í fullsettum sali í mentanarhúsinum, Atlantis, og konsertin gjørdist eitt frálíkt tónleikaligt upplivilsi. Bubbi var væl fyri, prátaði væl upplagdur millum sangirnar, argaði danir, og spældi eisini eitt breitt úrval av sínum mongu sangum.
Vísumenn úr Klaksvík løgdu fyri á konsertini. Jógvan Hansen, Hans Hjalti Skaale og Sjúrður Ravnsfjall spældu í einar 25 minuttir, áðrenn íslendska høvuðsnavnið kom á pallin. Vísumenn spæla fólkatónleik, og framførsla teirra var ein góð byrjan á kvøldinum. Ikki minst sanguirn um tær sjey drykkjunæturnar riggaði væl.
Vísumenn høvdu eisini týtt ein av kendastu sangunum hjá Bubba til føroyskt, og teir framførdu sína egnu útgávu av sanginum, Tað er gott at elska. Hendan sangin spældi Bubbi ikki á konsertini.
Harður og eymur
Bubbi var væl fyri, tá hann kom á pallin. Hann er herðabreiður, krúnurakaður og hevur fleiri tatoveringar á kroppinum. Hann líkist einum meira einum útblakara enn einum vísutónleikara, men soleiðis ber til at fara skeivur, um tú skoðar hundin á hárinum.
Bubbi spældi sangir frá ymsum tíðarskeiðum í síni drúgvu tónleikakarrieru, og hann greiddi frá ymsum upplivingum, sum hann hevði havt gjøgnum sítt stundum harða lív. Fleiri av teimum kendu sangunum hjá honum vórðu ikki spældir, men hann fyri tað hevði ovmikið av góðum sangum at bera temum stívliga 100 áhoyrarunum.
Bubbi greiddi eitt sindur frá síni tíð í Klaksvík, men hann helt speiskliga fyri, at hann mintist so lítið frá hesi tíð, tí hann gekk fyri tað mesta í eini rústoku. Men hann helt, at tað var stuttligt at verða aftur í Klaksvík og sleppa at spæla fyri klaksvíkingum.
Bubbi greiddi frá teimum sangunum, sum hann fór at spæla. Áhoyrarnir fingu nógvar áhugaverdar søgur, og hann spardi ikki danir. Hann helt, at danska málið var so komiskt, at eingin kann taka danir í álvara. Hann segði, at tá hann var í ringum lag, so plagdi hann at lurta eftir donskum rocktónleiki, tí so flenti hann í kíki. Danskur rockur var best í 20?unum og 30?unum, helt hann speiskliga fyri.
Góður sangari
Tíðliga á konsertini spældi Bubbi eitt av sínum vakrastu løgum - tann yndisliga Sem aldrei fyrr - og í tí sanginum varð munnharpan eisini tikin við í spælið.
Bubbi spældi eisini Havi staðið við gluggan, sum Kári P. so meistarliga hevur týtt til føroyskt, og millum aðrar stillar sangir var eisini ein vøgguvísa til kvotagreivar, sum snýr sum tey fólkini, sum eiga stóra part av fiskinum í havinum kring Ísland.
Men Bubbi var ikki bara friðarligur, hann setti eisini ferð á við góðum gittarspæli og eini rødd, sum eisini kláraði at syngja við stórari orku. Trúir tú á engla var ein frálíkur sangur, har Bubbi vísti, at hann er frálíkur sangari.
Millum søgurnar, sum Bubbi segði frá, var ein um eina unga gentu, sum hann kendi úr Reykjavík. Hon hevði búð og vunnið pengar á gøtuni í íslendska høvuðsstaðnum, men hon doyði longu sum 17 ára gomul. Hesin sangurin, Láttu sem tú sofir, var sterkur og inniligur.
Tað vóru nakrar av lívsins tatoveringum, sum Bubbi framførdi á pallinum í Atlantis fríggjakvøldið, og hann setti punktum við einum væl svingandi sangi, sum hevði sín uppruna á Cuba.