Buffon aftur bestur

Tað var heimsins besti málverji, sum Rógvi Jacobsen skoraði ímóti, tá Italia í fjør summar vitjaði á Tórsvølli. Altjóða sambandið fyri fótbóltshagfrøðingar hevur fyri fjórðu ferð kosið Gianluigi Buffon úr Italia sum heimsins besat málverja. Hetta er samstundis fjórða árið á rað, at Buffon verður kosin sum besti málverjin, so tað skuldi ikki verið ivi um, at hann er besti málverji í heiminum. Hesa ferð var Petr Cech úr Chelsea nummar tvey, meðan Ikar Casillas og Edwin Van der Saar vóru nummar trý og fýra.