Buffon spælir dyst nummar túsund

Málmanslegendan spælir í kvøld dyst nummar túsund í yrkisleiðini

Gianluigi Buffon hevur í kvøld møguleikan at spæla sín skrásetta dyst nummar túsund í yrkisleiðini. 39 ára gamla málmanslegendan úr Italia hevur millum annað spælt tveir av teimum á Tórsvølli.

 

Italia spælir í kvøld móti Albania í Palermo. Væntandi stendur tiltikna fryntligi Gianluigi Buffon í málinum, tá dysturin byrjar. Hann hevur spælt ikki færri enn 167 landsdystir fyri Italia.

 

Hann byrjaði sína yrkisleið í Parma, sum í dag ikki er at kenna aftur, eftir fleiri ár av fíggjarligum trupulleikum og húsagangi. Hann spældi í Parma frá 1995 til 2001, tá hann bleiv heimsins dýrast málverji, tá hann bleiv seldur til Juventus, har hann spælir tann dag í dag.

 

Tveir av teimum dystunum eru móti Føroyum á Tórsvølli. 2. juni 2007 tók Føroyar móti italsku heimsmeistarunum. Dysturin endaði við 2-1 sigri til Italia. Rógvi Jacobsen skoraði føroyska málið við dundurstútara, sum Gianluigi Buffon ongan møguleika hevði at bjarga. Í septembur 2011  var italska landsliðið við Gianluigi Buffon aftur á vitjan. Hesa ferð vann Italia 1-0.

 

Av øðrum spælarum, sum eru í “klubb 1000” eru Paolo Maldini, Ryan Giggs, Raúl og Javier Zanetti.