Kappingarárið er ikki liðugt hjá Bill Jacobsen og hansara monnum í NSÍ, og tað er enn ikki greitt, hvussu tað verður næsta ár. NSÍ skal um eina viku spæla finalu á heimavølli ímóti B36. Tá verður greitt, um tað verður NSÍ, ella um tað verður B36, sum fer at vinna fjórða plássið. Haraftrat hevur NSÍ framvegis møguleika í steypakappingini at vinna atgongumerki næsta summar at spæla í Europa. NSÍ skal spæla hálvfinalur ímóti HB – 21. november í Gundadali og 27. november í Runavík.
Enn er ikki greitt, hvør verður NSÍ venjari í 2022, men teir eru í holtur við at fyrireika nýggja kappingarárið. Nú boðar NSÍ frá, at felagið hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við 25 ára gamla Búa Egilsson. Búi er framrættaður spælari, sum var ætlaður at eiga stóran leiklut í ár. Men Búi hevur verri enn so átt tann leiklutin, sum tað varð roknað við, at hann fór at hava. Tað kemst av, at hann hevur verið illa skaðaplágaður.
Sambært faroesoccer.com hevur hann verið við í átta landskappingardystum, og hann hevur ongantíð verið á vøllinum alla tíðina.
Fram ímóti kappingarloki hevur Búi verið aftur á vøllinum, og eitt nú ímóti ÍF á útivølli í 26. umfari, tá ið NSÍ vann 5-2, legði hann við styrki og skjótleika í vinstru upp til trý tey síðstu málini. Búi Egilsson hevur verið í NSÍ síðani 2019, og hann verður altso eisini í gulu troyggjuni í 2022.