Tað var nógv fólk á vikuskiftisferð til Danmarkar við Norrønu seinasta vikuskifti. Fólk, sum vóru við, greiða frá, at tað gekk lívliga fyri seg umborð.
Norrøna var ein sonevndan ungdómstúr í Danmark um vikuskiftið. Umborð vóru umleið 1.200 fólk, og meginparturin av teimum vóru ungdómar, sum høvdu tikið av einum tilboði um bíliga ferð aftur og fram úr Tórshavn til Hanstholm.
Fólk, sum vóru við Norrøna, siga fyri Sosialinum, at tað er ógvuliga sannlíkt, at tá alt er íroknað, verður ferðin ikki so øgiliga bílig hjá nógvum kortini. Sagt verður frá, at rættiliga trongligt var við barrirnar umborð, og mett verður, at umsetingurin umborð hetta vikuskiftið var fyri fleiri milliónir krónur. Fólk hjá Smyril Line, sum Sosialurin hevur tosað við, vátta, at nógv varð selt umborð, men vilja ikki upplýsa nøkur neyv tøl. Víst verður til stjóran, Jóannes á Váli, sum tað ikki eydnaðist at fáa orð á, áðrenn blaðið fór til prentingar.
Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, váttar fyri Sosialinum, at løgreglan varð boðsend at koma umborð á Norrønu, tá skipið kom aftur til Havnar mánamorgunin.
Talan var um eitt mál um harðskap, sum meldað varð til løgregluna. Løgreglumenninir fóru avstað við einum25 ára gomlum manni, sum hevði verið harðligur á ferðini, sigur Jón Klein Olsen.
Maðurin var meldaður fyri at hava givið einum av manningina á Norrønu ein alboga í andlitið, tá hesin var komin eftir honumog vildi sissa hann.
Ferðafólk, sum vóru við Norrønu, greiða frá, at eitt av ferðafólkunum var uttanborðs á túrinum. Talan var um eina unga gentu, sum datt av einum dekki í erva og endaði í einum bjargingarbáti, sum hekk á einum lægri dekki á skipinum. Ætlanin var at fáa váttað ella avsannað hesi tíðindi frá leiðsluni á Smyril Line, men tað eydnaðist ikki.
Heldur ikki eydnaðist at fáa viðmerkingar frá leiðsluni til frásagnir frá ferðafóki um, at ymiskt herverk varð gjørt umborð á túrinum.
Eisini greiða keldur hjá Sosialinum frá, at eitt av ferðafólkunum noyddist at fara í land í Danmark orsakað av skaða, viðkomandi fekk av harðskapi umborð. Talan er ikki um áðurnevnda mann, sum fekk ein alboga í andlitið. Heldur ikki hetta hevur tað borið til at fingið váttað hjá Smyril Line.
Orsakað av tilboðnum um bíliga ungdómsferð, vóru eisini meginparturin av ferðafólkunum ungdómar. Nógv teirra yngri enn 18 ár, sum aldursmarkið annars er fyri at keypa rúsdrekka í Føroyum.
Kortini var ein stóru partur av tí, selt varð umborð á Norrønu hendan inntøkutúrin, júst rúsdrekka, siga keldur okkara, sum vóru umborð.
Ætlanin var at fáa eina viðmerking frá leiðsluni á Smyril Line til, hvussu tað ber til, at felagið selir rúsdrekka til so ungt fók á eini slíkari ferð.
Loyvt er ikki at selja so ungum fóki rúsdrekka í Føroyum, og eitt skip, sum siglir undir føroyskum flaggi er - sambært serfrøðingum - eisini føroyskt lógarumráði, og skuldi tí komið undir somu reglur, sum føroyskt landaøki.
Eisini var ætlanin at spyrja Smyril Line, um tað ikki er sera óheppið at leggja ein slíkan túr til vikuskiftið fyri, at næmingar í framhaldsdeildunum skulu til roynd. Royndirnar byrjaðu mánamorgunin. Men av givnum orsøkum fingu vit heldur ikki ta viðmerkingina.
Í hesum sambandi hevur Sosialurin spurt onkrar skúlar, um mannfall var á skúlunum mánamorgunin. Sagt verður yvirhøvur, at tað var tað ikki.