U-19 KVINNULANDSLIÐIÐ
Tað vóru fegnar gentur á U?19 landsliðnum, sum vit fyrrapartin í gjár høvdu í telefonini. Eftir fyrrapartsvenjingina sótu tær og hugnaðu sær í Varna, sum liggur eysturi við Svartahavið, og tað var ikki undur í, at lagið var gott. Í fyrrakvøldið megnaðu tær 1?1 ímóti bulgarsku vertunum.
? Bulgarsku genturnar vóru sera vónbrotnar eftir dystin. Tær høvdu avgjørt roknað við, at tær fóru at fáa øll stigini ímóti okkum, frætta vit úr Bulgaria.
Fyrstu løtuna sá tað eisini út til, at vertirnir skuldu vinna. Tær høvdu onkrar royndir ímóti føroyska málinum, men Randi Wardum bjargaði meistarliga. Dygst undan steðginum hendi so tað, sum ikki átti at komið fyri. Ein av bulgarsku spælarunum kom ímillum føroyskt uppspæl. Hon sneiddi framvið fleiri og skoraði til 1?0.
Men hóast tær høvdu fingið sum vátan vøtt bara ein minutt undan hvíldini, so reisti føroyska liðið seg.
? Vit høvdu leikliga yvirvág, og tað var uppiborið, at vit í hvussu so er megnaðu javnleik, heldur Álvur Hansen, venjari hjá U?19 landsliðnum.
Føroyska liðið javnaði til 1?1, tá tað restaði eitt korter. Eftir uppspæl í høgru sendi Elin Katrina Haraldsen ímóti málinum. Bólturin brast í stólpan, og Elsa Maria Simonsen var fyrst á returinum og beindi bóltinum í málið.
Føroyska liðið hevði eins nógva orku, sum mótstøðuliðið hevði. Síðstu løtuna var føroyska liðið um reppið at fáa mál, men málverjin bjargaði royndini frá Ásu á Neystabø.
Koppaði rætta vegin
Undan fráferðini ásannaði Álvur Hansen, at júst hesin árgangurin kanska myndar tað besta liðið við størstu breiddini nakrantíð. Hann roknaði við, at tað fór at bera til at fáa stig í onkrum dystum, men hann kvíddi eitt sindur fyri, at tað skuldi ganga soleiðis, sum tað gjørdi í fjør, tá føroyska liðið í trimum tøttum dystum ikki megnaði at skora og fekk eitt stig eftir ein málleysan dyst og tvær ferðir 1?0 tap.
Men fyrsta royndin hesa ferð var góð. Føroysku genturnar megnaðu at spæla seg tilmøguleikar, og tær skoraðu eitt mál. Um fleiri mál og stig fara at koma til høldar fæst fyrsta vitanin um í kvøld, tá Føroyar skulu spæla ímóti Litavia. Sunnudagin skulu Føroyar spæla ímóti Onglandi, sum avgjørt er besta liðið í bólkinum.
Føroyska liðið var soleiðis mannað mikukvøldið: Randi Wardum, HB ? Unn Kragesten, B36, Rósmari Haraldsen, B36, Petra Sjóstein, KÍ ? Elin Katrina Haraldsen, AB, Asta Magnussen, liðformaður, AB, Elsa Maria Simonsen, KÍ, Kristina D. Simonsen, HB, Mary?Ann Isaksen, B68 (Heidi Hansen, B36, 70.) ? Maibritt Olsen, B68, Ása á Neystabø, B36.
Á beinkinum vóru Jóhanna Ólavsdóttir, KÍ, Malan á Dunga, HB, Linda Weihe, HB, Maria Michelsen, AB, Ása Christiansen, B36, og Selma Dahl Erol, B36.