Bulkskip við tilfari til leitiboring

Á Atlantic Supply Base í Runavík gera teir nú klárt til komandi leitiboringina á føroyska landgrunninum, og leygardagin var bulkskip við 1200 tonsum av tilfari

Oljuleiting

 

Leygardagin var niðurlendska bulkskipið Ritske á Runavík við tilfari, sum skal nýtast til komandi borivirksemið hjá BP seinni í heyst ella í vetur.

Skipið hevði tilsamans 1200 tons av sementi, barite og bentonite, ið verða brúkt, tá borað verður.

Níggju av silounum hjá Atlantic Supply Base á havnalagnum hjá Runavíkar havn, eru til turrtilfar og fimm tangar eru til flótandi.

 

Gera klárt

- Vit eru nú um at verða klárir á basanum til leitiboringina, sum stundar til. Enn restar tó okkurt í, sum vit skulu fáa upp á pláss.

Stjórin á Atlantic Supply Base, Eli Lassen, vissar kortini um, at støðin í góðari tíð stendur til reiðar við øllum tí, sum skal til, tá tíðin kemur.

- Nú virksemið á basanum av álvara fer at taka seg uppaftur, er altíð nógv at takast við, serliga í byrjanini. Síðan stabiliserar virksemið seg aftur, tá ið gongd er komin á, sigur stjórin.

Hann vísir á, at tað er ógjørligt at siga, hvussu langa tíð tað fer at taka at bora hetta seinasta holið í hesum umfari, men væntar, at tíðin man fara at liggja um einar tríggjar mánaðir ella stívliga tað.

- Hetta veldst tó alt um, hvussu tað fer at gangast at bora, sigur Eli Lassen.

 

Spenningur

Eins og onnur, ið fylgja við gongdini innan oljuleiting um okkara leiðir, er stjórin á Atlantic Supply Base eisini spentur upp á júst hesa leitiboringina, nú Cheveron hevur funnið brunnar í bretskum øki beint hinumegin markið.

Eli Lassen heldur eisini, at geografiska plaseringin hjá Føroyum er sera áhugaverd, nú oljuøkini nærkast okkum sunnaneftir, og stórt virksemið eisini er longur norðuri.

- Hetta gevur okkum nýggjar og bjartar vónir um økt tænastuvirkisemi í oljuvinnuni, sigur stjórin á Atlantic Supply Base.