Bulur ætlar at byggja 24 íbúðir í Kollafirði

Nú byggiverkætlanin á Berjabrekku, sum fevnir um tilsamans 38 íbúðir fyri Bústaðir, nærkast endanum, umhugsar Bulur at seta hol á eina leingi ætlaða íbúðarverkætlan í Kollafirði.

 

Byggifyritøkan Bulur á Signabø, sum ikki minst er kend fyri sínar siðbundnu sethúsaloysnir við íblástri hjá ikki minst Palla Gregoriussen, sála, hevur seinnu árini havt stórarbeiði um hendi í Berjabrekku í Havn. Hetta er ein samlað verkætlan á 38 íbúðir í trimum byggistigum, sum fyritøkan byggir fyri Bústaðir.

Fyri nøkrum árum síðan bygdi Bulur eisini 24 íbúðir fyri Bústaðir á Óðinshædd í Havn, og Jákup Suni Joensen dylur ikki fyri, at byggifyritøkan á Signabø hevur havt eitt gott samstarv við Bústaðir.

- Vit bygdu eisini barnagarðin í Kollafirði, og tað arbeiðið byrjaði nakað fyri, at byggingin á Óðinshædd varð liðug.

 

Framleiðsluleiðarin vísir á, at íbúðirnar á Berjabrekku í Havn eru í trimum ymiskum støddum, og nú er innrættingin av hesum seinastu 16 íbúðunum farin í gongd. 

Sambært ætlanini skulu hesar seinastu verða lidnar einaferð til várs.

- Vit byggja eisini javnan nøkur byggisett, sum eru sethús, ið vit seta upp á staðnum, og síðan taka fólk sær sjálvi av innrætting – ella tey biðja onkran timburmann í nærumhvørvinum innrætta, sigur hann. 

Spurdur, um onkur størri verkætlan er í stoypiskeiðini, tá Bulur í vár hevur avhendað seinastu íbúðirnar á Berjabrekku, sigur Jákup Suni, at ymiskt er á skrá hjá byggifyritøkuni, sum hevur umleið 20 fólk í starvi.

Sum er, hevur fyritøkan á Signabø eini 10-12 fólk knýtt at verkætlanini á Berjabrekku.

 

Bulur eigur eitt grundstykki í Líðini í Kollafirði.

 

- Her hava vit leingi ætlað okkum at bygt 24 íbúðir, men eru ikki komin til tað enn. Spurnigurin er, um vit fara at seta hol á hesa verkætlan næsta ár – ella, um vit kanska fara at bíða nakað enn. Men, vit ætla í øllum førum at gera grundstykkið í Kollafirði byggibúgvið.

Jákup Suni Joensen heldur fyri, at nú Bulur hevur loyst fleiri uppgávur saman við Bústøðum, og samstarvið eftir hansara tykki hevur gingið sera væl, hevur eitt nýtt samstarv tann vegin eisini verið ein tanki hjá teimum.

- Í løtuni vita vit ikki, hvussu verður, men vit fara so í øllum førum at byggja íbúðir her í Líðini. Byggja vit íbúðirnar sjálvi, verða hetta íbúðir, sum vit fara at selja.

Hann leggur aftrat, at íbúðirnar í Líðini bæði verða í einum plani – og so nakrar í tveimum hæddum.

- Ætlanin er at byggja íbúðirnar soleiðis í lendinum, at tær hægru verða tær aftaru, soleiðis at hesar ikki skugga fyri teimum, sum verða í einum plani. Hetta ger, at allar íbúðirnar fáa sítt útsýni, sigur Jákup Suni Joensen.

Tað hevur ikki verið vanligt, at Bulur tekur sær at gera grundøki byggibúgvin, men í hesum førinum ætlar byggifyritøkan bæði at taka sær av byggibúning og bygging.