Bulurin verður gulur

Betri deildin menn: NSÍ er í holt við at tryggja sær bulin á liðnum til komandi kappingarár

Mynd: (NSÍ) Jens Wedeborg og Mourits Heini Mortensen

NSÍ er aftur í bestu deildini og felagið fyrireikar seg nú til eitt nýtt kappingarár. Jens Wedeborg er nýggjur venjari og Klæmint A. Olsen er komin heim úr Íslandi. Nú er eisini greitt, at Mórits Heini Mortensen spælir í gulum komandi kappingarár.

 

- 24-ára gamli miðvallaleikarin, Mórits Heini Mortensen, hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við barndómsfelagið NSÍ. Mórits Heini spældi sínar fyrstu minuttir, sum einans 17-ára gamal, á besta liðnum í 2016. Við nýggja sáttmálanum verður komandi kappingarár tað 9. á besta liðnum hjá barndómsfelagnum. Tilsamans hevur Mórits Heini umboðað besta liðið hjá barndómsfelagnum 114 ferðir, skrivar NSÍ.

 

Umframt at Klæmint A. Olsen er komin heim úr Íslandi, so er James Michael Drye kom til úr B71. Helst leitar NSÍ í løtuni eftir styrki til komandi kappingarár.

 

Mynd: (NSÍ) Jens Wedeborg og Mourits Heini Mortensen