Eitt bumbuálop á ein buss í útnyrðingspartinum av Pakistan hevur kravt í minsta lagi 19 mannalív, og næstan 30 fólk eru særd. Sambært tíðindastovunum vóru tað yvirhøvur almenn starvsfólk, sum vóru í bussinum.
Bumbuálopið var nærhendis býnum Peshawar, og har hava fleiri samanbrestir verið millum myndugleikarnar, ymsar ættarbólkar við tilknýti til Taliban og al-Qaeda tey seinastu fimm árini. Men teir seinastu mánaðirnar hevur tað verið heldur friðarligari, eftir at pakistanski herurin hevur skipað fyri fleiri álopum á Taliban.
Eingin hevur átikið sær ábyrgdina av bumbuálopinum á bussin í dag, men eygleiðarar halda, at tað man hava verið al-Qaeda, sum skipaði fyri.