Átta spælarar doyðu, tá ókendir menn skutu við bumbuvarpara eftir einum fótbóltsvølli í Bagdad í gjár. Vøllurin er í tí fátæka shiamuslimska Sadr-býarpartinum. Umframt teir átta spælararnar, sum doyðu, vórðu minst 20 áskoðarar særdir. Tað seinasta samdøgrið hevur verið sera blóðugt í Irak. Myndugleikarnir siga, at minst 60 fólk hava latið lív ymsastaðni í landinum. Eitt nú doyðu sjey fólk í einari sjálvmorðsatsókn, og 14 onnur doyðu, tá amerikanskir hermenn søktu av uppreistrarmonnum.