Bumbuávaring í Göteborg

Svenska løgreglan hevur avbyrgt miðbýin í Göteborg, eftir at vápnaðir menn rændu eitt posthús í býnum í nátt Løgreglan óttast fyri, at ránsmenninir kunnu hava lagt fleiri bumbur ymsastaðni í býnum, og tí er at kalla allur miðbýurin avbyrgdur í morgun.

Fleiri vápnaðir menn brutu í morgun inn í høvuðsposthúsið í Göteborg, men tað er ikki greitt, hvussu nógv teir fingu við sær. Uttan fyri posthúsið settu ránsmenninir eld á fleiri bilar, og løtu seinni fann løgreglan fleiri lutir, ið kunnu vera bumbur.

Fólk, sum búgva nærhendis posthúsinum, hava fingið boð um at fara út, og í løtuni sita umleið 50 fólk í bussum hjá løgregluni.