Bumbuhóttan: Maðurin er leyslatin

- Tað er ikki grundarlag fyri at halda manninum aftur, sigur norska løgreglan í tíðindaskrivi.

 

 

Eitt flogfar hjá Ryan Air, sum í dag var á veg úr London til Oslo, var fyri einari bumbuhóttan, meðan flogfarið var á flogi. Tá flogfarið hevði lent, handtók norska løgreglan ein 51 ára gamlan mann, sum var við flogfarinum.

Sum skilst, varð bumbuhóttanin borin fram á einum seðli, og løgreglan helt í fyrstu syfti, at tað var umrøddi maður, sum stóð aftanfyri. Men, líkt er til, at maðurin er ósekur. og tískil er hann eisini leyslatin aftur.

Løgreglan sigur í kvøld, at grundarlag er ikki fyri at hava mannin í varðhaldi.

- Kanningarnar í málinum eru framvegis byrjunarstigi, og vit kunnu tískil ikki útiloka, at tað er ein annar persónur millum ferðafólkini, sum stendur aftan fyri bumbuhóttanina.

Verjin hjá manninum, sum løgreglan handtók, Henning Bjercke, sigur, at hin 51 ára gamli skilir einki av nøkrum og stendur spyrjandi, tí hann heldur upp á, at hann hevur einki við hetta mál at gera.

Henning Bjercke váttar, at maðurin, sum løgreglan í dag hevur handtikið og avhoyrt, nú er leyslatin og kann halda fram á síni ferð hagar, hann ætlaði sær.