Bumbumaðurin var úr Kaukasus

Myndugleikarnir í Russlandi kunngjørdu í dag, at maðurin, sum sprongdi seg í luftina í komuhøllini í einari floghavn í Moskva mánadagin, var úr norðara parti av Kaukasus. Atsóknin kostaði 35 mannalív.

Myndugleikarnir siga, at teir aftan á drúgvar kanningar vita, hvør bumbumaðurin var. Hann var 20 ára gamal og úr norðara parti av Kaukasus.

Tað er kortini ikki greitt, um maðurin var úr Kekenia, sum er í norðara parti av Kaukasus. Kekenar hava fleiri ferðir skipað fyri yvirgangi í Russlandi, men Vladimir Putin, forsætisráðharri, segði fyrr í vikuni, at tað vóru ikki kekenar, sum skipaðu fyri atsóknini mánadagin.