Tvær bilbumbur í algeriska høvuðsstaðnum hava kravt minst 67 mannalív Tær báðar bumburnar, sum brustu í algeriska høvuðsstaðnum Algier fyrrapartin, hava kravt minst 67 mannalív.
Algerisku myndugleikarnir siga, at talan var um tvær bilbumbur, og at í øðrum førinum var tað ein sjálvmorðsatsókn.
Onnur bumban brast beint uttan fyri eina skrivstovu hjá ST, og ST-talsmaðurin í Geneve, Jean Fabre, sigur við Reuters, at minst eitt starvsfólk hjá ST doyði, men at 13 eru ikki komin afturíaftur.
Hin bumban brast í einum skúlabussi uttan fyri bygningin hjá algeriska hægstarætti.