Ein heimagjørd bumba brast tíðliga í morgun uttan fyri indonesisku sendistovuna í París. Sambært tíðindastovunum gjørdi bumban stóran skaða á sendistovuna og fleiri hús í grannalagnum, men sum skilst hevur einki fólk fingið skaða.
Eygnavitni hava greitt frá, at tríggir menn løgdu ein pakka nærhendis sendistovuni, sum er í vestara parti av París, men enn hevur eingin átikið sær ábyrgdina av spreingingini.
Ein talsmaður fyri indonesisku stjórnina vil ikki gera nakrar viðmerkingar til bumbuspreingingina. Hann sigur við Reuters, at stjórnin bíðar eftir nærri boðum frá fronsku myndugleikunum.