Bummskipanin bíløgd

Gjaldskipanin í samband við ferðsluna í undirsjóvartunlinum, tann sonevnda bummskipanin, fer ongar bummar at hava, sigur stjórin

Samferðsla

Tað verður ein bummleys bummskipan, sum skal krevja bummpengarnar um Vestmannasund, sigur Dávur Reinert Hansen, stjóri í partafelangum Vágatunlinum.
Tað ljóðar kanska sum ein bummtúrur, leiðslan hevur gjørt, tá hon hevur biðið um tilboð upp á gjaldskipanina. Men skipanin er umbiðin og farin í framleiðslu, sigur Dávur Reinert Hansen, Og eingin bummur veður yvirhøvur at lyfta upp, tá farið verður gjøgnum tunnilin.
Talan er um eina gjaldskipan, har tríggir ymsir møguleikar verða í, greiðir stjórin fyri Vágatunnilin frá. Ein sonevnd »abonnementskipan«, har til ber frammaundan at keypa eitt ávíst túratal. Ein skipan, har goldið verður við gjaldskorti fyri hvønn túr sær. Og so ein skipan, har ein kann fáa eina rokning útskrivaða á staðnum fyri síðan at gjalda eitt nú á posthúsi ella peningastovni.
?Tað fer ikki at bera til at gjalda á staðnum við reiðum peningi, sigur Dávur Reinert Hansen.
Skipanin verður soleiðis, at økið veður eftiransað av upptøkutólum, soleiðis at allir bilar og persónar, sum ferðast um skipanina, verða avmyndaðir. Ferðsluljós verða sett upp, sum leiða ferðsluna, soleiðis a t tey, sum ætla at gjalda fyri tann einstaka túrin við korti, verða leidd hagar, tað skal gerast. Tey, sum hava goldið frammaundan, hava eitt frámerki í rútinum á bilinum, sum verður avlisið, og síðan verður tikið av konto fyri tann túrin.
Hini, sum ikki hava kort, veðra beind í eina geil, har tey fáa útskrivaðað eina rokning, sum so skal gjaldast sum skjótast.
Dávur Reinert Hansen, sigur, at slíkar skipanir hava fyrr verið nýttar aðrastðani við góðum úrslitum.
Umframt sjálvvirkandi gjaldsskipanina, verða kortini eftirlitsfólk á staðnum av og á, sum fara at taka stakroyndir av teimum, sum koyra um skipanina.
Eisini verður fólk støðugt á staðnum ta fyrstu tíðina opið er, at vegleiða tey, sum fara at koyra, soleiðis at ferðslan kann ganga so smidliga sum gjørligt.
Tað er eitt norskt felag, sum hevur fingið til uppgávu at gera skipanina. Hvussu hon fer at síggja út, er eisini nakað, hetta felagið skal finna fram til.
Hetta felagið hevur gjørt tær flestu skipanirnar av slíkum slag, sum brúktar verða í Noreg, sigur Dávur Reinert Hansen.
Hann sigur, at skipanin verður klár til tann 26. november. Og loyvini at seta hana upp í haganum, eru fingin, sigur hann. Tey vórðu givin, tá fyrsta tunnilsætlanin var fyri í áttatiárunum, og Yvirfriðingarnevndin hevur góðkent, at tey verða flutt til partafelagið Vágatunnilin.
Í samband við gjaldsskipanina fer Vágatunnilin at gera upplýsingartilfar, sum verður almannakunngjørt, nakað áðrenn tunnilin verður latin upp, sigur Dávur Reinert Hansen, stjóri í partafelagnum Vágatunlinum.